| Á landnyrðingshorninum í Vágum liggur avtoftaða bygdin Slættanes. Fimm hús, eitt teirra skúlin, standa í dag uppi á Slættanesi. Fólk flutti norður á Slættanes í 1835, og fram til 1964 búði fólk í bygdini. Bygdin fekk ongantíð elveiting, men hevði telefonsamband. Lendingarviðurskiftini eru ikki góð, og ikki er altíð lendandi á Slættanesi um veturin. Bygdin verður í dag nógv nýtt sum frítíðarstað hjá teimum, sum eiga privathúsini, ið enn standa uppi á Slættanesi. Skúlin á Slættanesi varð eisini brúktur sum kirkja, meðan fólk búði í bygdini. Innrættingin er framvegis tann gamla við altari og prædikustóli, og tað ber til eftir avtalu við Vága kommunu, sum eigur bygningin, at sleppa at síggja skúlan. Áhugaverd støð: Skúlin á Slættanesi Vitin á Nesinum Kirkjugarðarnir norður móti berginum Gongutúrur niðan gjøgnum Grøv Slættanes hoyrir til Vága kommunu  |